Kommunurnar ótolnast eftir boðum frá landinum, um viðurskifti, sum ávirka kommunukassarnar
Óvissurnar valda framvegis um stóran part av kommunalu fíggjaætlanunum fyri komandi ár. Kommunurnar vita enn ikki hvussu lønarlyft, tøkugjøld, veiðigjøld, stytt arbeiðsvika, kommunala skuldarmarkið og havnastongsul fara at ávirka kommunukassarnar, og hvat tær fáa afturborið úr landskassanum.
Tí meðan kommunurnar bíða, situr landsstýrið sjálvt og fyrireikar fíggjarlógina fyri komandi. Sama landsstýrið, sum skal góðkenna kommunalu fíggjarætlaninar.
Tí spyrja vit í morgun, hvat hava kommunurnar í væntu tá óvissa valdar á fleiri økjum.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum eru gestir í útvarpsstovuni.