- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu serskattaskipanir, sum gera tað lokkandi at fara av landinum at arbeiða, takast av?
Ja, heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Búskaparráðið, sum júst er komið við sínum tilmælum í heystfrágreiðing, sigur eisini ja, men hvat sigur tingið?
Tað spyrja vit um hesuferð í Breddanum, tá limir í fíggjarnevndini fara at skifta orð um málið í útvarpsstovuni.
Gestir: Eyðgunn Samuelsen, Eirikur í Jákupsstovu, Sólvit Nolsø, Beinir Johannesen og Magnus Rasmussen.
Gjørt sendingina: Ruth Winther Poulsen, Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini er redaktørur.
Tøkningur: Øssur Egholm.
Tak niður
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.