Breddin

Breddin: Haldføri og pensjónsaldur
05-09-2023
Búskaparráðið mælir til at hækka pensjónsaldurin. Í sendindini verður tosað við pensjónist, serfrøðing og politiskt kjak.

Fíggjarlógin gevur hall í ár og næsta ár, og framskrivingar vísa, at hetta er ein trupulleiki, sum bara fer at vaksa, um tiltøk ikki verða sett í verk.

Tað segði Búskaparráðið, tá heystfrágreiðingin varð løgd fram fríggjadagin.

Breddin hesuferð snýr seg um serliga eitt av tiltøkunum, sum er at hækka pensjónsaldurin.

Í sendingini tosa vit við Maluna Johansen, landsbankastjóra, og Beatu L. Samuelsen, forkvinnu í Landsfelag Pensjónista.

Aftaná er politiskt kjak.

Gestir: Beate L. Samuelsen, Malan Johansen, Sólvit E. Nolsø í Framsókn, Liljan Weihe í Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum og Súsanna Bertholdsen í Javnaðarflokkinum.

Gjørt sendingina: Tróndur Olsen, Ruth Winther Poulsen og Marjun Dalsgaard, sum er redaktørur.

Tøkningur: Kári Annand Berg

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Formaðurin í Búskaparráðnum og politisku eygleiðari viðgera fíggjarlógina
17-12-2024
Er tað rætt, at fólk í neyð noyðast at venda sær til hjálparfelagsskapir í staðin fyri til landið, og hvat verður gjørt fyri at hjálpa?
13-12-2024
Letur tað seg yvirhøvur gera hjá smáum londum at leggja teymar á tøknirisar? Og verða sosialir miðlar brúktir til ólógligt virksemi í Føroyum
12-12-2024
Umboð fyri politisku flokkarnar komu á gátt í útvarpsstovuni at kjakast um hvat kann gerast við fólkafráflytingina
10-12-2024
Hvat kann gerast fyri at steðga fráflytingini úr Føroyum?
06-12-2024
Amnesty International leggur nú Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gasageiranum
05-12-2024
Vísa tølini um fátakaváða røttu myndina í Føroyum
03-12-2024
Meðan vit mangla námsfrøðingar í Føroyum búgva fleiri føroyskir námsfrøðingar í Danmark. Og í morgin fara íslendingar á tjóðartingsval
29-11-2024
Í sendingini verður m.a. spurt, hvat hendi við arbeiðinum eftir Exit Føroyar-kjakið í 00'unum
28-11-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
26-11-2024
Hvussu skal nevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd, verður spurt í sendingini í dag
22-11-2024
Vit missa 20 prosent av teimum, sum fara av landinum at lesa - einans 5. hvør í 3. g ætlar at lesa í Føroyum
21-11-2024