Búskaparráðið mælir beinleiðis frá fleiri av tiltøkunum, sum samgongan arbeiðir við
200 milliónir í halli í 2024 og 30 milliónir í halli í ár.
Tað stendir millum annað í frágreiðingini, sum Búskaparráðið legði fram fyrrapartin.
Ráðið mælir beinleiðis frá fleiri av vallyftunum hjá hesi samgonguni, eitt nú stytta arbeiðsviku og skattalætta - tí tað minkar um arbeiðsútboðið og kostar landskassanum nógvar pengar.
Í Breddanum í dag eru samrøður við Fróða Magnusen formann í Búskaparráðnum, Aksel V Johannesen, løgmann og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.
Viðmerkjarirnir Torbjøn Jacobsen og Árni Gregernsen vóru í útvarpsstovuni.