Støðan í bygdini er vanlukkulig, siga kollfirðingar, og fleiri hótta við at taka Kollafjørð úr Tórshavnar kommunu.
Tað eru fleiri kollfirðingar, sum halda støðuna vera vanlukkuliga, nú færri og færri børn verða fødd í kommununi, og ungar familjur ikki fáa grundstykki í bygdini. Í ár vera væntandi bara trý børn fødd í Kollafirði.
Kollfirðingar halda, at støðan er sum í útjaðarinum, og fleiri hótta við, at Kollafjørður má taka seg úr Tórshavnar kommunu, um Tórshavnar kommuna ikki ger nakað munagott fyri at bjóða út fleiri grundstykkir og at fáa ungar familjur at trívast í bygdini.
Í sendingini hava vit kjak millum kollfirðing og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu.
Gestir: Heðin Mortensen og Niels á Reynatúgvu.
Gjørt sendingina hava: Birgit Carina Eliasen, Ruth Winther Poulsen og Frants Jensen, sum eisini var redaktørur.