Talið á næmingum í fólkaskúlanum, sum hava tørv á at sleppa í serflokk, er trífaldað seinastu sjey árini.
Í 2017 var talið 82. Í dag, sjey ár seinni, er talið 238.
Hví er talið hækkað so nógv, og hvat verður gjørt fyri at bøta um støðuna?
Landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum hevur fingið eitt tilmæli um, hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna. Men ætlar hann at játta meira pening til økið?
Gestir: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, og Fríðbjørg Hammer, varaskúlastjóri í Kollafjarðar skúla.
Gjørt sendingina hava: Birgit Carina Eliasen, Ruth Winther Poulsen og Frants Jensen, sum var redaktørur.
Teknikari: Bjørn Hentze Bech