Er fólkadómstólurin grundarsteinur undir fólkaræðinum?
Fólkadómstólurin verður sterkari samstundis sum talið av talgildum pallum veksur.
- Men hvat er hetta í grundini fyri eitt fyribrigdi? Og er fólkadómstólurin ein grundarsteinur undir fólkaræðinum, ella er hann órættvísur og ódemokratiskur?
Í sendingini verður tosað við námslektara í heimspeki og stjórnmálafrøðing um evnið.
Vit spyrja: Er fólkadómstólurin vælkomin, ella er hann vandamikil?
Gestir: Jógvan D. Hansen, lektari í heimsspeki, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.
Gjørt sendingina hava: Birgit Carina Eliasen, Ruth Winther Poulsen og Frants Jensen, sum var redaktørur.