Eru sosialir miðlar eitt frambrot ella bakkast fyri tælufrælsi?
Tøknirisarnir hava av álvara gjørt innrás í samfelagið, men hvørjar broytingar hevur tað í grundini ført við sær? Og eri hesar broytingar jaligar ella neiligar
Hóast stór ábyrgd fylgir við tøkniligari innrásini, so eru talgildir pallar sterk amboð, sum hava stimbrað undir fólkaræði. Tað sigur Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur.
Men Heini í Skorini, lektari og granskari, heldur tað serliga eru tøknirisar, sum hava fingið størsta ágóðan av hesum. Og hóast sosialir miðlar hava givið okkum meira talufrælsi, er tað ikki neyðturviliga betri fyri samfelagið.
Gestir: Heini í Skorini og Eyðbjørt Skylv Midjord
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur av Rana, sum var redaktørur.