Fara skal undir eitt nýtt útoyggjaálit, men hvussu royndist tað gamla?
22 ár eftir, at fyrsta útoyggjaálitið bleiv handað løgtinginum, skal nú eitt nýtt orðast.
Tað upplýsti Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, tá hann svaraði ein §52a fyrispurning frá Honnu Jensen, tingkvinnu fyri Framsókn.
Men hvat spurdist buturúr álitinum frá 2001, og hvat vónar man, at fáa burturúr einum nýggjum áliti?
Tað spyrja vit nøkur av teimum, sum búgva og virka á útoyggj, og so er formaðurin í Útoyggjafelagnum, Óli Jákup úr Dímun, eisini gestur í útvarpsstovuni.
Gestir: Harry Jensen, Inga Tórarenni, Birgir Thomsen og Óli Jákup úr Dímun.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.
Tøkningur var Kári Annand Berg.