Hvussu ávirkaði ein heimsumfantandi farsótt ungdómin í Føroyum
Føroyar kláraðu seg væl gjøgnum koronokreppuna samanborið við onnur lond.
Tað hevur føroysk gransking staðfest.
Men hvussu ávirkaði ein heimsumfantandi farsótt ungdómin í Føroyum?
Og vita vit, um undantaksstøðan, sum gjørdist gerandisdagur, hevur ført við sær seinárin hjá børnum og ungum?
Gestir vóru Tóra Petersen, Djóni Eidesgaard og Beinta Dalbø.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Bjørn Hentze Bech var tøkningur.