Gullak Madsen eigur nú 16 prosent í føroyska bankanum
Feløg hjá føroyska kvotakonginum Gullak Madsen eiga nú nærum 16 prosent av partabrøvunum í Bank Nordik.
Tað er greitt eftir, at bankin hósdagin í farnu viku boðaði keypsskálanum í Keypmannahavn frá, at bankin dagin fyri hevði fingið upplýst, at sp/f frá 25. september 1978 - við skrivstovu Undir Bryggjubakka 21 - nú eigur 500.000 partabrøv í BankNordik.
Í prosentum svara tað til 5,2 prosent av partabrøvunum í bankanum.
Ognarskapurin veksur
Frammanundan eigur Gullak Madsen longur fitt av partabrøvum í bankanum.
03. juli upplýsti bankin nevniliga fyri keypsskálanum, at danska íløgufelagið Ruth Holding ApS nú átti 1.022.390 partabrøv í bankanum. Tað svarar til 10,65 prosent.
Tá keypti Ruth Holding ApS partabrøvini frá danska íløgufelagnum Lind Invest - hjá ríkmanninum Henrik Lind - í einum handli, sum hevði eitt virði á 143 milliónir krónur.
Sostatt hava feløg hjá føroyska kvotakonginum keypt partabrøv í Bank Nordik í summar fyri umleið 210 milliónir krónur.
Góð íløga
Tað er ein góð íløga at seta pengar í BankNordik, hóast yvirskotini neyvan vera tey somu, sum tey hava verið seinastu árini.
Tað sigur Sveinur Tróndarson, sum í nógv ár hevur fylgt við og dekkað Bank Nordik og føroysk vinnulív sum journalistur og blaðstjóri.
Hann væntar, at við broytta eigaraskarðanum verður nú meira friður í bankanum.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur av Rana, sum var redaktørur.
Tøkningur var Rúni Eysturlíð