Neyðugt er við effektivari og størri bústovnum fyri fólki við serligum tørvi.
Tað vísir samgongan á, sum nú ætlar at byggja størri bústovnar.
Men starvsfólkini á økinum, avvarðandi hjá búfólkum, forkvinnan í Megd og forkvinnan í Javna eru øll atfinningarsom.
Tí spyrja vit í dag politikarar, hví tey hóast alt velja at gera størri bústovnar.
Gestir: Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Rebekka Manuela Behrens.