- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Endometriosa
Hvussu kennist tað at ikki verða tikin í álvara, tá ein hevur pínu. Júst tað, uppliva nógvar kvinnur í sambandi við kvinnusjúkuna endometriosa. Ein orsøk er, at tað ikki er nóg vitan kvinnusjúkuna. Ein av kvinnunum, sum hevur sjúkuna, er Miriam Thomsen. Tað tók sjey ár, áðrenn hon fekk staðfest sjúkuna.
Endometriosa er, tá slimhindan, ið eigur at vera á innara síðuni á lívmóðurholuni, er á øðrum stað. Sjúkan merkist serliga, tá kvinnur hava menstratión, og hjá summum merkist tað eisini, tá kvinnan hevur eggloysn. Tá kvinnan, sum hevur endometriosu, hevur menstratión, bløðir hon ikki bara frá slímhinduni inni í lívmóðurini, men eisini frá slímhinduni, sum er úti í búkholuni. Endometriosa hevur nógv hjáárin við sær. Serliga er talan um nógva pínu. Ein út av tíggju kvinnum hava sjúkuna, og vanligt er, at kvinnurnar bíða í áleið sjey til 10 ár fyri at fáa staðfest sjúkuna.
Tað hevur ikki verið møguligt at fingið fatur í føroyskum hagtølum, sum vísa á, hvussu nógvar føroyskar kvinnur hava endometriosu, ella hava mistanka um, at tær hava tað.Á facebook bólkinum ”Endometriosa FO – Stuðulsbólkur fyri føroyskar kvinnur við endometriosu” eru áleið 146 limir. Sólja Thomina Petersen, sum umsitur facebook-bólkin, veit fleiri aðrar kvinnur, sum hava endometriosu, men ikki eru limir í bólkinum. Hennara meting er, at tað eru áleið 1000 kvinnur samanlagt, sum hava endometriosu í Føroyum
Vantandi gransking við støði í kvinnuni
Søguliga er gransking sum heild ikki gjørd við støði í kvinnuni. Annika Sølvará, stjóri í Granskingaráðnum, og Pál Wiehe, lækni, granskari og formaður í læknafelagnum, ásanna, at gransking, sum tekur støði í kvinnuni, vantar. Eitt kent dømi er, at nógvur heilivágur: so at siga, er gjørdur til menn - tí vísindin bert hevur havt menn í fokusbólkum, tá heilivágurin var testaður.