Er tað enn viðkomandi við føroyskum umboðum á danska Fólkatinginum?
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur gjørt vart við seg við lesarabrævinum "En kongemagers bekendelser", har hann setur spurning við leiklutin hjá føroysku og grønlendsku umboðunum á Fólkatingið.
Vit spyrja tey bæði fólkatingsumboðini hvørt tað enn er viðkomandi við føroyskum umboðum á Christiansborg. Eisini tosa vit við Una Holm Johannesen, samfelagsfrøðing og viðmerkja, um hvønn hugburð politikkarar og veljarar í Føroyum hava til fólkatingsval í mun til løgtingsval.
Lagt til rættis hava Kári Mikkelsen og Kristinn Vang.