Tað bleiv endaliga kunngjørt, tá Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í farnu viku legði fram uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár.
Men hvør fær mest burturúr skattalættaunum, er hann í heila tikið rætta amboði at brúka fyri at hjálpa teimum, sum eru fíggjarliga trýst, og kundu tær 70 milliónirnar, sum hann kostar, verða betri brúktar á annan hátt?
Tað spyrja vit formannin í Búskaparráðnum um, áðrenn kjakast verður um tað í útvarpsstovuni.
Valfepur
Støðan er spent á Christiansborg í dag, har Mette Frederiksen á middegi danska tíð heldur setanarrøðu í sambandi við at fólkatingið verður sett.
Støðan er serlig, tí Radikali flokkurin, hevur sett krav um at forsætisráðharrin skrivar út val, tá fólkatingið verður settt. Annars fer flokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini at leggja fram uppskot um misálit.
Vit tosa við Kaj Joensen, sum er á staðnum.
Luttakarar: Fróði Magnussen, Kaj Joensen, Aksel V. Johannesen, Christian Andreasen og Tórbjørn Jacobsen.
Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur av Rana.