Tað gongur striltið at fáa uppskotini, sum geva sammøðrum foreldrarættindi, úr nevnd. Og Bakkafrost hevur skrásett trý skip í FAS.
Í gjár fekk formaðurin í Trivnaðarnevndini fyri triðju ferð um longda freist at koma við áliti. Andstøðan skuldsetir samgonguna fyri at draga málið út.
Trý av teimum stóru tænastuskipunum hjá Bakkafrosti fóru um dagarnar úr føroysku skipaskrásetingini og í Føroysku Altjóða Skipaskránna, FAS.
Men hví er neyðugt hjá størstu fyritøkuni í landinum at skráseta síni skip í eini skipan, har skatturin verður borin reiðarínum aftur?
Luttakarar: Uni Rasmussen, Sirið Stenberg og Regin Jacobsen.