Politisk mótstøða er ímóti at játta óavmarkan pening til koronukanningar
Tað eru 13 dagar síðani tilmæli um koronupass kom í gildi í Føroyum. Men hóast koronupass, so verða kortini eini 30-50 smittutilburðir staðfestir um dagin. Tað talið er ov høgt, heldur læknin Marnar Fríðheim Kristiansen.
Vit fara eisini at umrøða, hví fíggjarnevndin játtaði 12 milliónir til koronukanning, og ikki 18 milliónir, sum Heilsumálaráðið bað um.
Gestir: Erhard Joensen, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, Aksel V. Johannesen, limur í fíggjarnevndini og Marner Fríðheim Kristiansen, lækni.