Per Martin Gregersen er nýggjur maður í politikki, men fær ábyrgd av einum av størstu kommunum í landinum
Hann stillaði upp í 2016 og fekk 35 atkvøður. Hann setti sær fyri at royna aftur í ár og hesaferð eydnaðist. Hann fekk næstan 100 atkvøður fleiri og gjørdist toppskorari í Eysturkommunu við 122 atkvøðum.
Listi V, sum hann var á, vann eisini einsamallan meirluta. Hini á listanum peikaðu á hann sum borgarstjóra og hann tók av.