- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Millum annað einkjubarnastyrkur, barnaískoyti og fólkapensjónin verður ikki javnað í 2021.
Sambært lógaruppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, skal lógarfesta javningin útsetast til 2022 í staðin.
Andstøðan og fakfeløg finnast at uppskotinum. Tey siga, at uppskotið hevur ein sosiala ójavnvág við sær og rakar skeivt.
..
Sambært lógaruppskotinum, sum er lagt fram, skuldi einkjubarnastyrkur, barnapeningur veittur í forskot og barnaískoyti verða hækkað við ávikavist 130, 130 og 100 krónum um mánaðin, um javningin var gjøgnumførd. Ein rætting er komin frá Almannamálaráðnum, sum sigur, at talan er um árligar upphæddir og ikki mánaðarligar.