Breddin

Veitingar verða ikki javnaðar í 2021
01-10-2020
Sambært lóg skuldu veitingar javnast nú, men tað var útsett til 2022.

Millum annað einkjubarnastyrkur, barnaískoyti og fólkapensjónin verður ikki javnað í 2021.

Sambært lógaruppskotið hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu, skal lógarfesta javningin útsetast til 2022 í staðin.

Andstøðan og fakfeløg finnast at uppskotinum. Tey siga, at uppskotið hevur ein sosiala ójavnvág við sær og rakar skeivt.

..

Sambært lógaruppskotinum, sum er lagt fram, skuldi einkjubarnastyrkur, barnapeningur veittur í forskot og barnaískoyti verða hækkað við ávikavist 130, 130 og 100 krónum um mánaðin, um javningin var gjøgnumførd.  Ein rætting er komin frá Almannamálaráðnum, sum sigur, at talan er um árligar upphæddir og ikki mánaðarligar.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur nú vart í góðar tvær vikur, og á midnátt fer Havnar arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall
28-05-2024
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.
24-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum
23-05-2024
Fríggjadagin varð atkvøðugreiðslan av elveitingarlógini ikki avgreidd, tí andstøðutingfólkini rýmdu út, tá atkvøðast skuldi
21-05-2024
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
17-05-2024
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024