Stórtap fyri Póllandi

Stórtap fyri Póllandi
Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum tapti 0-6 fyri Póllandi í HM-undankappingardysti
Mynd: fsf.fo  
 
27.09.2013 - 11:39

Undan dystinum var ikki nógv roknað við, at føroyskal liðið fór at gera stórvegis við pólsku vertirnar. Pólland er millum sterkastu londini í bólkinum, og tað sást aftur frá byrjan. Pólland skoraði longu tá tveir minuttir vóru farnir. Hálvleiksstøðan var 4-0 til Pólland. 

Hóast føroysku kvinnurnar vóru meira við í spælinum í seinna hálvleiki, eydnaðist tað Póllandi at skora tvey mál afturat, og sostatt vunnu tær 6-0.

Ein annar dystur var eisini í bólkinum hjá Føroyum. Skotland vann 7-0 á Bosnia/Hersegovina. 

Næsti dysturin hjá Føroyum verður síðst í oktober, tá Føroyar spæla á útivølli móti Svøríki.

Føroyska liðið:

16. Randi Wardum (Bjarta Johansen, 90.min)

2. Oddrún Danielsen

3. Fríðrún Danielsen

7. Ansy Sevdal

8. Malena Josephsen (liðskipari)

9. Rannvá Andreasen

10. Olga Kristina Hansen

15. Heidi Sevdal

17. Sigrid Jacobsen (Lív Arge 88 min.)

Íðunn Magnussen (Elin Maria Isaksen 90 min)

20. Bára Skaale Klakkstein

Venjari: Jón Pauli Olsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229