Løgreglan kannar eldsbruna

Løgreglan kannar eldsbruna
Ein verkstaðarbygningur í Havn brann í grund í gjárkvøldið
Løgreglan fer í dag at kanna, hví eldur kom í ein verkstaðarbygning í Havn í gjárkvøldið
Mynd: Savnsmynd  
 
12.08.2013 - 06:26

Serfrøðingar hjá løgregluni fara í dag at kanna, hví eldur kom í ein verkstaðarbygning við Marknagilsvegin í Havn í gjárkvøldið.

Eldurin varð fráboðaður stutt fyri klokkan sjey í gjárkvøldið. Eldurin breiddi seg skjótt, og fáar minuttir seinni var eldur í øllum bygningnum.

Ymiskt virksemi hevur verið í bygninginum, og seinastu tíðina hevur ein bilverkstaður hildið til har.

Eldurin varð sløktur um 10 tíðina, men tá varð alt brunnið innan úr bygninginum.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at onkrar ábendingar eru um, hvar eldurin kann verða kyknaður, men hann er ikki ásettur.  Seinnapartin fara serfrøðingar at kanna eldsbrunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325