Jasmin Mote er fødd í 1998. Hon er uppvaksin í Vestmanna, men flutti sum 13 ára gomul til Havnar við familju síni. Í Havn byrjaði hon at syngja og spæla tónleik. Tónleikurin gjørdist ein áhugi, hon síðan hevur fylgt og ment seg í.
Tónleikurin fyllir nú so at siga alt í hennara lívi og tilviti, og í ár fekk hon FMA virðislønina fyri Ársins kvinnuliga sangara.
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.