Ein spreinging er hend á Eiði og politistarnir Jan og Jóannes verða sendir á staðið. Í Gamla Bókhandli hevur verið eitt innbrot og Per og Janus frá kanningardeildini verða boðsendir
Vit hava verið til arbeiðis við politinum - vit fylgja teimum, tá vanlukkur henda, tá tey royna at uppklára brotsgerðir, og vit koma tætt at teimum, sum liva á lívsins skuggasíðu. Hetta er ein lýsing av gerðandisdegnum hjá politinum í Havn.
Her er talan um níggju dokumentarfilmar, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur gjørt eftir sonevnda leistinum "one man, one camera." Tað vil siga, at Bjarni Árting Rubeksen hevur sjálvur filmað, klipt og lagt til rættis.