Løgreglan hættaði sær ikki inn á fleiri skeinkistøð, tí har stóðu fólk sum sild í tunnu
Sera nógv fólk vóru í býnum í nátt, og løgreglan sigur, at summastaðni var sum á ólavsøku. Løgreglan vitjaði eisini á skeinkistøðum, norðanfyri, í Klaksvík, Runavík og í Fuglafirði men har vóru ikki so nógv fólk. Men í Havn sigur løgreglan at fólk stóðu sum sild í tunnu, og tí hættaði løgreglan sær ikki inn á nøkur skeinkistøð at minna á koronutilmælini, tí har vóru so nógv fólk. Men hóast nógv fólk vóru úti, so spældi alt væl av, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini. Ein bilførari, fekk tó eina bót í nátt. Hann var steðgaður inni í Eysturoyartunnlinum, og tað er ikki loyvt. Eisini høvdu fólk, sum vóru í bilinum latið eitt neyðskáp upp inni í tunnlinum, og tá fer ein alarmur frá á løgreglustøðini, sum fór beint á staðið. Annaras spældi alt væl av, hóast nógv fólk savnaðust at halda føstulávint. Nakað av vindi var eisini í nátt, og løgreglan fekk eina fráboðan um vindskaða. Tað var á Vestaru bryggju í havn, at ein klædningspláta reiv seg leysa í vindinum, men Sløkkilið fór á staðið og meira skaði stóðst ikki av tí.
Vit hava verið til arbeiðis við politinum - vit fylgja teimum, tá vanlukkur henda, tá tey royna at uppklára brotsgerðir, og vit koma tætt at teimum, sum liva á lívsins skuggasíðu. Hetta er ein lýsing av gerðandisdegnum hjá politinum í Havn.
Her er talan um níggju dokumentarfilmar, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur gjørt eftir sonevnda leistinum "one man, one camera." Tað vil siga, at Bjarni Árting Rubeksen hevur sjálvur filmað, klipt og lagt til rættis.