Tá Grønland bjargaði Føroyum

Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
10-05-2024
Føroyingar gjørdust varugur við snelluna í Grønlandi. Hetta var orsøkin til at smiðjan hjá J. K. Joensen við Bjarna Joensen á odda fór undir at menna Vágasnelluna.

Við ársbyrjan 1959 gjørdist greitt, at 900 menn umhugsaðu at fara til Grønlands at rógva út, men nú vóru nýggjar treytir settar - og hetta kom sera óvart á føroyingar.
Og hendan partin fer Jógvan Arge, rithøvundur og journalistur, at umrøða hesuferð.
Útróðurin í Grønlandi hevur eisini týdning fyri vinnulívið í Føroyum. Og umframt føroyska bátin, ið verður mentur munandi sum úrslit av grønlandsútróðurin, fær fiskiskapurin undir Grønlandi eisini týdning fyri føroysku flakavinnuna og snelluna, sum føroyingar í stórum tali tóku til sín.
Í smiðjuni hjá J. K. Joensen í Miðvági sóu teir eisini møguleikar við snelluni. Vit hava vitjað í Miðvági, har ið Bjarni Joensen sigur okkum søguna um Vágasnelluna.
Eisini hitta vit Agnar Falkvard Joensen, ið er stjóri í Oilwind í dag.
Í 1967 fór Sigurd Højgaard av Skála til Grønlands at rógva út við bátinum Gamla Símun, sum pápin og beiggjarnir høvdu smíðað.
Hetta summarið var Sigurd fyri tveimum hendingum har yviri, tveimum hendingum, ið kundu havt ein verri enda.
Svend Højgaard, ið er sonur Sigurd, fer at siga okkum um hesar hendingarnar í 1967.
Eisini hoyra vit brot úr samrøðu, sum Niels Juel Arge gjørdi við Poul Lamhauge í Føroyingahavnini í 1958.

Tá Grønland bjargaði Føroyum

Grønland hevur mangan roynst føroyingum væl, og í fleiri ár var meiri enn helvtin av føroyska útflutningsvirðinum fiskað í Grønlandi. Vit fara í seks útvarpssendingum at viðgera grønlandsútróðurin, ið er ein týðandi og forvitnisligur partur av føroyskari vinnulívssøgu. 
Føroyingar gjørdust varugur við snelluna í Grønlandi. Hetta var orsøkin til at smiðjan hjá J. K. Joensen við Bjarna Joensen á odda fór undir at menna Vágasnelluna.
10-05-2024
Komið upp beinanvegin, skipið søkkur! Hetta vóru boðini Hans Jørgensen fekk umborð á Bliki í 1963. Eisini hitta vit Jógvan Arge og Olaf Olsen
03-05-2024
Elvina Dahl Lauritsen: Klokkan 6 á morgni byrjaði dagurin við at kóka havragreyt til einar 80-90 mans. Eisini hitta vit Jógvan Arge, Jóan Petur Clementsen og Jon Sigurd Hansen
29-04-2024
Eigil Rasmussen sigur okkum um dramatiska hending, ið honum var fyri. Og Jógvan Arge sigur okkum søguna um føroyska fiskiskapin í Grønlandi fyri kríggið
22-04-2024
Í fyrsta parti tosa vit við Erling Isholm, Elvinu Dahl Lauritsen, Mayfinn Norðoy, Marionnu Simonsen, Kaj Egon Fagraberg og hoyra brot úr savninum
16-04-2024