Í myndum: Ungdómstingið skal tryggja fólkaræðið

Klokkan 10 fyrrapartin setti Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, níggjunda ungdómstingið, ið løgtingið skipar fyri. 

 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

Løgtingið, kavi

Frítekst tagging: 

Í dag og í morgin eru tað tískil næmingar úr 8., 9. og 10. flokkum um landið, ið seta dagskránna í løgtinginum. 

10 uppskot vera viðgjørd í ungdómstinginum, og tey eru vald út millum tey 20 uppskotini, ið vóru send inn.

32 ungfólk úr átta skúlum er við í ungdómstinginum, og teir koma úr Eysturskúlanum, Runavíkar kommunuskúla, Tofta skúla, samstarvinum millum Runavíkar og Tofta skúla, Skúlanum á Fløtum, Skúlanum við Streymin, Sandoyar Meginskúla og Fuglafjarðar skúla.

Uppskotini, ið verða viðgjørd, fevna millum annað um samferðslu, frítíðartilboð, skúlaviðurskifti, aldursmark fyri sølu av tubbaksvørum og revsing fyri neyðtøku.

 

"Tað er sera umráðandi at skipa fyri ungdómstingum, fyri at vekja áhugan hjá teimum ungu fyri politikki. Tað eru tey ungu, sum skulu taka yvir og arva politiska pallin og tryggja fólkaræðið."

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna

 

Tað var í 2005 at formansskapur løgtingsins gjørdi av, at farast skuldi undir at skipa fyri einum ungdómstingi. Fyrsta ungdómstingið varð hildið í 2006. 

Ungdómstingini verður vanliga hildið á øðrum hvørjum ári.

Endamálið við ungdómstinginum er:

  1. At geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið.
  2. At læra næmingar at vera ein virknari part av fólkaræðinum.
  3. At vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði.
  4. At geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá løgtinginum fevnir um. 

Mannagongdirnar í ungdómstinginum eru neyvt tær somu sum til vanligar løgtingsfundir og løgtingsviðgerðir. 

Uppskotini hjá næmingunum verða løgd fram, og høvi er hjá ungdómstinglimum at seta spurningar til uppskotssetararnar og koma við viðmerkingum. 

Tey ungu høvdu fyrireika seg væl, og tað lá raðið fyri hjá teimum at leggja fram uppskotini. 

Lærararnir eru eisini við í løgtinginum til at stuðla og leiðbeina næmingunum. 

Og tað var gott, at lærararnir vóru við, tí tað er nógv at seta seg inní hjá næmingunum, og tí vóru ikki so fáir spurningar hjá lærarunum at svara. 

Nøkur av teimum ungu høvdu latið seg væl í til høvið og høvdu ikki smæðst burtur millum løgtingslimirnar. 

Salamon Skorastein og aðrir næmingar úr Fuglfjarða skúla høvdu lagt fram upp skot til samtyktar um at kanna, hvussu kommunurnar kunnu vera við til at gagnnýta tilfeingið í nærumhvørvinum. 

Hansina Ólavsdóttir Hansen og aðrir næmingar í Skúlanum á Fløtum í Havn høvdu lagt fram uppskot til samtyktar um at raðfesta føroyskar lærubøkur á miðnámi. 

Báraldur Nolsøe Martinsson og Jonathan Avni Joensen frá Skúlanum á Fløtum í Havn í tøttum samráði við lærara teirra, Oddfríða Marner Rasmussen. Saman við Fríðu Briansdóttir Gjógvará, so høvdu teir báðir lagt fram uppskot til løgtingslóg um at lækka dagligu undirvísingartíðina hjá næmingum á 8., 9. og 10. floksstigi. 

Meðan summir næmingar sluppu at royna seg sum politikarar í dag, so sluppu Poula Hammer av Eiði og Lý Petersen úr Fuglafirði at royna seg sum journalistar. Tær báðar eru í løtuni í starvsvenjing í Kringvarpi Føroya. 

Innslagið, ið Lý og Poula gjørdu um ungdómstingið í útvarpstíðindunum, kann hoyrast her: 

Ungdomsting_20240205

Er kopiera