Í Danmark eru fleiri andstøðuflokkar til reiðar at koma við eini umbering fyri, at 22 grønlendsk børn fyrst í fimmtiárunum vórðu tvingilsflutt til Danmarkar, so tey kundu bera danskt mál og danska mentan heimaftur til Grønlands.
Líkt er til at svensku sosialdemokratarnir fara at fáa somu lagnu aðrir javnaðarflokkar í Evropa: at missa atkvøður bæði til vinstraveingin og høgraveingin. Tað skrivar politiken.dk
Fleiri hundrað túsund fraklendingar fóru í gjár út á gøturnar at mótmæla ætlanini hjá Nicholas Sarkozy, forseta, at hækka pensjónsaldurin úr 60 upp í 62 ár.
Arbeiðaraflokkurin kann aftur skipa stjórn í Avstralia, eftir at tveir óheftir tingmenn hava boðað frá, at teir stuðla Juliu Gillard, sum heldur fram sum forsætisráðharri.
Mark Chapman, sum fyri 30 árum síðani drap heimkenda beatlin, John Lennon, verður heldur ikki royndarleyslatin í hesum umfarinum. Hetta er sætta ferðin, at Mark Chapman roynir at sleppa úr fonngslinum.
Hóast Cairn Energy noyddist at steðga boringini við Grønland í næstan tvey samdøgur, fer oljufelagið ikki at stevna Greenpeace ella krevja felagsskapin eftir endurgjaldi.
Í Grønlandi fegnast tey um, at Barnabati í Danmark hevur biðið um umbering fyri sín leiklut, tá 22 grønlendsk børn vórðu tvingsilsflutt og send til Danmarkar fyrst í fimmtiárunum.
Fyristingin hjá Obama, forseta, ætlar næstu 10 árini at brúka 100 milliardir dollarar til gransking í vinnuni, til tess at seta á stovn nýggj arbeiðspláss.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary CLinton, ætlar sær at vera við í friðarsamráðingunum millum Ísrael og palistinar seinni í mánaðinum í Sharm el-Sheikh i Sinai.