Ísrael tekur samráðingarfólk heim

Ísrael tekur samráðingarfólk heim
Tað er til fánýtis at halda fram við samráðingunum um vápnahvild í Gasa, siga ísraelsku myndugleikarnir
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sigur, at Hamas hevur ongan áhuga víst at halda fram við tingingunum um Gasa. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanåix)
 
27.03.2024 - 08:17

Ísrael hevur boðsent friðarsemingsfólkum sínum í Katar um at koma heim.

Tað skrivar enska dagblaðið, The Guardian.

Orsøkin er, at Ísrael heldur tað vera til fánýtis at halda fram við samráðingunum um vápnahvíld í Gasa, tá ið “einki longur er at tosa við hin partin um”.

Boðini komu dagin eftir, at ST-trygdarráðið hevði samtykt eina yvirlýsing, ið mælir til vápnahvíld alt fyri eitt.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, skírir ST-yvirlýsingina “skaðiliga” og sigur, at Hamas-yvirgangsfelagsskapurin “ikki hevur víst nakran áhuga fyri at halda fram við tingingunum”.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098