50 kvinnur og børn vóru dripin í Svøríki í fjør

50 kvinnur og børn vóru dripin í Svøríki í fjør
Hetta er m.a. úrslit av ósemjum í kriminellum umhvørvum, sigur Kriminalfyribyrgjandi ráðið
Tilsamans 121 tilburðir vóru í fjør, har fólk hava latið lív av harðskapi, fimm fleiri enn í 2022. (Savnsmynd)
 
27.03.2024 - 18:00

Í Svøríki vísa hagtøl, at fleiri kvinnur og børn vóru dripin í fjør enn árið fyri.

50 kvinnur og børn vóru í 2023 tikin av døgum í Svøríki, 33 kvinnur og 17 børn, sum ikki eru komin til lógaldurs.

Tað eru níggju fleiri enn í 2022.

- Hetta er m.a. úrslit av ósemjum í kriminellum umhvørvum, har fólk yngri enn 18 ár og eisini kvinnur eru offur, sigur Jan Lundbeck, hagtalsfrøðingur í Kriminalfyribyrgjandi ráðnum, Brå.

Tilsamans 121 tilburðir vóru í fjør, har fólk hava latið lív av harðskapi, fimm fleiri enn í 2022. 

Men ringast stór til í 2020, tá 124 fólk vóru tikin av døgum í Svøríki, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098