Svøríki: Fíggjarliga afturgongdin vendir í ár

Svøríki: Fíggjarliga afturgongdin vendir í ár
Svenski konjunkturstovnurin, KI, væntar, at leiðandi rentan verður lækkað fýra ferðir í 2024
Svenski ríkisbankin fer væntandi at lækka leiðandi rentuna fýra ferðir í hesum árinum. (Savnsmynd)
 
26.03.2024 - 11:27

Fíggjarliga afturgongdin í Svøríki vendir í ár.

Tað væntar svenski konjunkturstovnurin, KI. Hann roknar eisini við, at leiðandi rentan fer at lækka fýra ferðir í hesum árinum. 

Svenska bruttotjóðarúrtøkan hækkar  0,8 prosent í ár, spáa búskapargranskarar á stovninum, og inflatiónin minkar niður í 2,9 prosent.

- Afturgongdin rakar botnin í ár, og seint í hesum árinum kemur ferð á búskaparligu framgongdina, skrivar KI í tíðindaskrivi í dag.

Konjunkturstovnurin væntar, at svenski tjóðbankin fer at lækka leiðandi rentuna úr fýra prosentum, sum hon er í dag, niður í trý prosent í hesum árinum.

Áðrenn KI gjørdi sína forsøgn, vóru ábendingar um, at húsarhald í Svøríki og tænastugeirin eru bjartskygdari um búskapin nú, skrivar svenska kringvarpið SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098