Formenninir floppa

bannari
Formenninir floppa
- Tað er ikki nøktandi hjá okkum, men ikki óvæntað, sigur Christian Andreasen.
 
31.10.2022 - 22:04

Floksformenninir hava ikki havt eitt gott val hesaferð. Til dømis letur til, at Høgni Hoydal fyri fyrstu ferð síðan 1998 ikki verður toppskorari hjá Tjóðveldi.

Aksel fær ikki meira enn ein tíggjundapart av talinum hjá Sjúrði. Flokkurin gongur fram, men Aksel fær ikki atkvøðurnar. Tað er tó ikki so svárt hjá formanninum, tí sessurin er teirra, sigur Jóannes Hansen, viðmerkjari.

- Vit satsaðu upp á at fáa umboðið, og tað sær út til, at vit fara at fáa tað. Vit kunnu ikki vera annað enn væl nøgd, um vit fáa upp til 30 % av atkvøðunum, sigur Aksel Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Í samrøðu við Trónd Olsen sigur Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, at uppstillingin hjá flokkinum hevur fingið nógvan kritikk í miðlunum, so tað var ein feilur at kvinnurnar ikki sluppu framat í størri mun.

- Til løgtingsvalið fara vit at hava javnstøðu á listanum, tað mugu vit læra av hesum úrslitinum. Eisini mugu vit hava fleiri ung á listan. Vit fara at leggja okkara kreftir í heldur at vinna løgtingsvalið. Hetta valstríðið hevur ikki snúð seg um nakað sum helst, sigur formaðurin og leggur afturat, at tá hugsað verður um umrøðuna í miðlunum seinastu tíðina, so høvdu tey væntað hesa afturgongdina og møguliga eisini eina enn størri afturgongd. 

Tað, at Miðflokkurin hevur stillað upp til valið hesaferð, hevur eisini tikið atkvøður frá flokkinum.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216