- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pauli Ellefsen deyður

Pauli Ellefsen, sum var løgmaður Føroya frá 1980 til 1984, doyði í morgun, 76 ára gamal.

Pauli Ellefsen varð valdur á ting fyri Sambandsflokkin í 1974, og var formaður floksins frá 1974 til 1990. Sum floksformaður eydnaðist honum at vinna løgtingsvalini í 1978 og 1980. Tá skipaði hann samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

Hann varð valdur til løgmann, og var løgmaður í fýra ár. Pauli Ellefsen stillaði ikki upp aftur til løgtingsvalið í 1990. Pauli Ellefsen sat eisini á fólkatingi, tilsamans í 12 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur í fólkatingið í1977.

Pauli Ellefsen var ættaður úr Miðvági og hevði útbúgving sum løggildur grannskoðari.